Spinnaríið við ánna er ein lítil familjufyritøka staðsett í Skopun.

Vit framleiða tógv úr 100% føroyskari ull, ið verður savnað úr øllum Føroyum.

Okkara familja hevur havt seyð á Skarvanesi í nógv ættarlið, og er hetta ein høgt virdur partur av okkara siðaarvi.

Okkara forfedrar spunnu tógv til húsarhaldið við at nýta karðar, hand snældir og rokkar heima. Seinni býttu vit ullina um við tógv á einum av teimum mongu spinnaríinum, sum vóru virkin í Føroyum seint í 1900 árunum.

Tíðirnar eru broyttar munandi síðani tá. Orsakað av streyminum av innfluttum vørum tey seinastu áratíggjuni, er áhugin fyri føroyskari ull minkaður. Einaferð var hon avgerandi fyri at yvirliva, men nú var ullin brádliga vorin ov grov samanborið við innflutt tógv. Tað førdi til at spinnaríini lótu aftur eitt fyri og annað eftir, og tey kendu ongan tørv til at betra um útgerðina. Hetta førdi til at túsund av kilo fóru til spillis og vórðu brend hvørt ár.

Vit dugdu at síggja, at hetta var ein álvarsligur trupulleiki og royndu at finna eina varandi loysn. Okkara avbjóðing var so at skilja teir longu, grovu broddarnar, sum okkara seyður hevði ment av at liva úti í fjøllunum alt árið, ofta í ringum veðri. Eitt mikro-spunavirki var svarið, tí tað loyvir einari meira neyvari viðgerð av smáum buntum av ull. Hetta merkir at vit kunnu taka tey grovu hárini munagott burtur, meðan vit varðveita ta serligu dygdina í føroyskari ull, úrslitið er eitt bleytari tógv
við høgari góðsku, sum stendur seg á marknaðinum.


So hvørt sum vit fara víðari, eru vit bundin til at kveikja nýtt lív í áhugan fyri føroyskari ull og virka fyri haldgóðum mannagongdum. Okkara mál er ikki bert at framleiða ull í høgari góðsku, men eisini at prísa og varðveita familjuarvin.

Vit bjóða tær at vera við á hesari ferð.